- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil hava føroyskt aftur á skránna
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/rigmor_dam_3.jpg?itok=DGX1RfMQ)
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, sendi mánadagin danska útbúgvingar- og ganskingarmálaráðharranum áheitan um at fáa lærugreinina føroyskt aftur á skránna hjá lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Nýggjar leiðreglur hjá Humanistisku deildini gera, at føroyskt er ikki vallærugrein í heyst. Undirtøkan er ov lítil - hon skal vera í minsta lagi 30 lesandi.
Síðani 2014 hava í miðal fimm fólk um árið lisið føroyskt, segði Søren Pind, táverandi ráðharri, herfyri. Sambært Mentamálaráðnum í Føroyum hevur talið verið millum 6 og 19 seinastu árini. Hetta eru fólk úr nógvum londum.
Sambært Mentamálaráðnum hevur onkur teirra valt sær Danmark sum lestrarland við tí einu grundgeving, at har bar eisini til at lesa føroyskt.
- Tað harmar meg almikið, at universitetið í Keypmannahavn, sum einasta universitetið uttan fyri Føroyar hevur bjóðað føroyskt sum lærugrein, nú sparir hetta tilboðið burtur, sigur Rigmor Dam.
Grundgevingin er, at talið á tilmeldingum er niðan fyri 30.
- Men samstundis síggja vit, at aðrar lærugreinir á Humanistiska fakultetinum í Keypmannahavn ikki verða niðurlagdar, hóast næmingatalið er minni enn 30, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.
Hon heitir staðiliga á ráðharran um at tryggja lærugreinina føroyskt og veita henni tær sersømdir, sum eru neyðugar, fyri at undirvísingin kann halda fram.