Bjarni Hammer á Fólkating

Bjarni Hammer á Fólkating
Bjarni Hammer tekur sæti á Fólkatingi 7. mai fyri Sjúrð Skaale.
 
03.05.2018 - 17:01

Tað var einmælt samtykt á Fólkatingið í morgun, tá forkvinnan Pia Kjærsgaard seði frá, at Sjúrður Skaale bað um farloyvi og mælti til, at Bjarni Hammer kom í hansara stað.

Á fólktingsvalinum í 2015 endaði Bjarni Hammer nummar seks á listanum hjá Javnaðarflokkinum við 172 atkvøðum. 

Frammanfyri Bjarna Hammer eru, umframt Sjúrð Skaale, øll landsstýrisfólkini hjá Javnaðarflokkinum og løgmaður. Eingin teirra fær tikið sætið á Fólkatingið, og tí verður tað Bjarni Hammer, ið skal loysa av.

Hetta er fyrstu ferð, at Bjarni Hammer tekur sæti á Fólkatingi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109