Misálit á Rigmor Dam lagt fram

Misálit á Rigmor Dam lagt fram
Jørgen Niclasen Bárður á Steig Nielsen, Bill Justinussen og Kári P Højgaard hava lagt misálit fram á Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í Mentamálum
 
24.04.2018 - 10:28

Løgtingið er farið undir at viðgera eitt uppskot um misálit á Rigmor Dam, landsstýriskvinnu. 

Stutt eftir at tingfundur varð settur klokkan 10 fyrrapartin, kom løgtingsformaðurin við fráboðan um, at misálit verður lagt fram í tingið. 

Jørgen Niclasen, Bárður á Steig Nielsen, Bill Justinussen og Kári P Højgaard hava lagt misálit fram á Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í Mentamálum.

Orsøkin er, at Mentamálaráðið hevur ógildað uppsøgninga av Liljuni Weihe, tíðindaleiðara í Kringvarpinum. 

Í uppskotinum stendur millum annað:

"Landsstýrismaðurin hevur við síni avgerð lagt seg út í innanhýsis avgerðarrættin hjá leiðsluni fyri Kringvarp Føroya.

Grein 23 í kringvarpslógini ásetur, at fyrisitingarligar avgerðir kunnu kærast til landsstýrismannin. Sambært viðmerkingunum til hesa lógargrein verður ikki sagt eitt orð um starvsfólkaviðurskifti.

Viðmerkingarnar til lógina leggja als ikki upp til, at landsstýrismaðurin kann nýta hesa heimild til tess at “stýra” leiðsluni fyri Kringvarpið"

Í samband við hetta verður ein eyka tíðindasending í útvarpinum klokkan 11. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109