Miðnámsskúlin á Kambsdali útbyggjast

Miðnámsskúlin á Kambsdali útbyggjast
Løgtingið fer í morgin at viðgera eitt uppskot frá Rigmor Dam, um at fáa heimild at fara undir triðja byggistig av miðnámsskúlanum á Kambsdali
 
19.03.2018 - 15:12

Løgtingið fer í morgin at viðgera eitt uppskot frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um at fáa heimild at fara undir triðja byggistig at umbyggja og útbyggja miðnámsskúlan á Kambsdali fyri í mesta lagi 30 milliónir krónur.

Triðja byggistig umfatar nýggj høli til náttúruvísindaliga økið, at útbyggja felagsøkið, køkin, undirvísingarhøli, projektering og innbúgv, og at gera seinastu útbygging lidna.

Ætlanin er at játta 5 milliónir krónur í ár, 8 milliónir næsta ár, 3,5 milliónir í 2020 og 13,5 milliónir í 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109