30 milliónir til útbygging av Miðnám á Kambsdali

30 milliónir til útbygging av Miðnám á Kambsdali
Landsstýriskvinnan í mentamálum biður nú løgtingið um heimild at fara undir triðja byggistið av Miðnámsskúlanum á Kambsdali
 
08.03.2018 - 09:57

Landsstýriskvinnan í mentamálum biður nú løgtingið um heimild at fara undir triðja byggistið av Miðnámsskúlanum á Kambsdali.

Tilsamans skal løgtingið játta 30 milliónir krónur til útbyggingina.

Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið skulu pengarnir brúkast til at byggja út náttúruvísindaliga økið, felagsøki, køk, og undirvísingarhøli vegna økt virksemi. Eisini skulu pengar setast av til prosjektering, innbúgv og at gera seinastu útbygging lidna.

Á fíggjarlógini fyri 2018 eru fyrstu fimm milliónirnar settar av til útbyggingina. Síðani skulu játtast 8 milliónir næsta ár, 3,5 milliónir í 2020 og 13,5 milliónir í 2021.

Sambært Mentamálaráðnum verður Miðnámsskúlin á Kambsdali liðugt útbygdur í 2021. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948