- Tíðindi, mentan og ítróttur
Enn er eingin avgerð um framtíðina í Hoydølum
Enn er eingin avgerð um framtíðina í Hoydølum
Mentamálaráðíð hevur 46 uppskot at arbeiða við, men stóri spurningurin er fíggingin

Engin avgerð er tikin um Hoydalar enn. Skúlin flytur haðani í summar, er ætlanin.
26.02.2018 - 13:16
46 uppskot komu fyrst í september í fjør, men enn hevur Mentamálaráðið ikki gjørt av, hvat skal henda við bygningunum í Hoydølum, tá skúlin flytur haðani, væntandi í summar.
Mentamálaráðið arbeiðir framvegis við málinum, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri.
Trupulleikin hjá Mentamálráðnum er, at eingir pengar eru í fíggjarlógini til Hoydalar, og einki av teimum 46 uppskotunum hevur nágreiniligar ásetingar um fígging, sum Mentamálaráðið annars bað um, tá tað bað um uppskot.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV