- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fakfelagsgjaldið aftur til viðgerðar í tinginum
Løgtingið fer nú aftur at viðgera spurningin, um limagjald til fakfelag kann dragast frá í skatti.
Tingið feldi í desember eitt líknandi uppskot frá Sonju J. Jógvansdóttir, hóast ein meiriluti í fíggjarnevndini tók undir við tí.
Kristin Michelsen var ikki í tinginum, tá atkvøtt varð, og Bill Justinussen, sum var partur av meirilutanum í fíggjarnevndini, atkvøddi ikki fyri, hóast hann í álitinum frá fíggjarnevndini hevði sagt seg taka undir við uppskotinum.
Hann segði eftir atkvøðugreiðsluna, at hann hevði ikki lisið uppskotið nóg væl.
Sonja Jógvansdóttir segði, at hon hevði eina avtalu við løgmann um, at limagjald til yrkisfelag skal kunnu dragast frá í skatti.
Sonja Jógvansdóttir segði, at hon helt sínar avtalur mótvegis samgonguni, um samgongan eisini helt sínar avtalur.
Noyddust at atkvøða
Fyri at uppskotið skuldi kunna leggjast fram aftur, varð neyðugt at atkvøða um tað, og tá vóru 17 atkvøður fyri.
Uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir kemur til fyrstu viðgerð í tinginum mikudagin. Tað verður mett at kosta 10 milliónir krónur í mistari skattainntøku í ár, sum limirnir í fakfeløgunum fáa í skattalætta.
Løgtingið fer eisini mikudagin at viðgera eitt uppskot frá Sambandsflokkinum um at hækka botnfrádráttin í lands- og kommunuskattinum 2.500 krónur.
Sambandsflokkurin sigur, at hetta hevur umleið somu ávirkan hjá lønmóttakarum, sum ætlanin at draga limagjald til yrkisfelag frá í skatti.
Hetta tryggjar samstundis, at hildið verður fast við bruttoskattaskipanina, sigur Sambandsflokkurin.