- Tíðindi, mentan og ítróttur
Poppur í altjóða flokki á Tórsfest við Gavin DeGraw
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/gavin_degraw.jpg?itok=4TVYmQH7)
Í fjør hálaði fyriskiparin av Voxbotn og Tórsfest, Rúni Djurhuus, ein ordiliga amerikanska heimsstjørnu til Føroya, tá hann fekk Nick Carter úr sjálvasta Backstreet Boys til Føroya at spæla á Voxbotn.
Okkurt bendir á, at fyriskiparin hevur funnið eitt gott amerikanskt mið, tí nú borðreiður hann við enn einari amerikanskari stjørnu, tí sangarin og sangskrivarin Gavin DeGraw verður høvuðsnavn á Tórsfest 25. juli.
Byrjaði á toppinum
48 ára gamli Gavin DeGraw gjørdi sína innrás á altjóða tónleikapallin sum blaðungur maður í 2003, tá hann debuteraði við sterku plátuni "Chariot", ið hevur selt platin í USA og kláraði seg serliga væl í norðurlondunum Danmark og Noregi.
Á plátuni eru tvey av størstu hittunum hjá DeGraw, "I Don't Want to Be" og heitislagið "Chariot", men eisini sera vakri sangurin "Follow Through".
Gavin DeGraw vann sær nógv hjørtu kring allan heim við síni bæði mjúku og ráu rødd og rokkutta popptónleiki.
Um mann skal samanbera DeGraw við nakran, so skuldi tað ikki undrað ein, um danski Lukas Graham hevur lurtað nógv eftir Gravin DeGraw í uppvøkstrinum. Um Graham ikki hevur lurtað eftir DeGraw, so hava teir lurtað eftir sama tónleikinum.
Ikki rokkið somu hæddirnar
Tað er einki skeivt í at siga, at Gavin DeGraw ongantíð megnaði at røkka somu hæddunum sum við debutútgávuni.
Tað merkir á ongan hátt, at maðurin hevur ligið á løtu síðuni, tí hann hevur útgivið seks plátur síðani "Chariot" kom út.
Hartil hevur hann ferðast og spælt kring allan heimin og er serstakliga sterkur live.
Sang- og tónleikaevnini staðfesti Gavin DeGraw einaferð fyri 11 árum síðani, tá hann sang umborð á einum ferðafólkaflogfari, og fekk tað at ljóða væl.
Í september í fjør gav hann út plátuna "Chariot 20", sum eru nýtulkingar og endurinnspælingar av sangunum á stóru útgávuni, ið feiraði 20 ára føðingardagin.
Gavin DeGraw er júst liðugur við fyrsta partin av einari heimsumfatandi konsertferð í hesum sambandi, og hann setir hol á seinna partin á Tórsfest 25. juli.