U21-landsliðið í spennandi bólk

U21-landsliðið í spennandi bólk
Føroyska U21-landsliðið í fótbólti kom í spennandi bólk til komandi EM-undankappingina. Millum mótstøðuliðið er Ísland, Luksemborg og Estland
U21-landsliðið fekk spennandi lutakast
Mynd: FSF  
 
06.02.2025 - 15:24

Føroyska U21-landsliðið í fótbólti kom í spennandi bólk til komandi EM-undankappingina. 

Føroyar komu í bólk C saman við Fraklandi, Sveis, Íslandi, Luksemborg og Estlandi. 

Góðu úrslitini hjá U21-landsliðnum síðstu árini gjørdu, at Føroyar var farið frá styrkisbólki fimm upp í styrkisbólk fýra. Tí sær lutakastið rættuliga spennandi út á pappírinum.

Einasta landið, sum U21-landsliðið hevur spælt ímóti fyrr, er Frakland. Í 2021 gjørdu Føroyar ikki mætari enn at spæla javnleik úmóti fransmonnum á Ovara vølli í Havn, tá Steffan Løkin skoraði minniligt mál frá eini 40 - 50 metrum.

 

Byrja úti ímóti Eslandi

Av teimum 10 dystunum spæla Føroyar seks dystir í ár og fýra í 2026. Lagt verður fyri leygardagin 7. juni, á útivølli móti Estlandi, meðan fyrsti heimadysturin verður í Klaksvík fríggjadagin 10. oktobur, tá Frankaríki kemur á vitjan.

Dystarskráin 2025

7. juni Estland – Føroyar
4. sept. Ísland – Føroyar
9. sept. Luksemborg – Føroyar
10. okt. Føroyar – Frankaríki
14. okt. Føroyar – Sveis
17. nov. Frankaríki – Føroyar

2026

27. mars Sveis – Føroyar
25. sept. Føroyar – Estland
30. sept. Føroyar – Luksemborg
6. okt. Føroyar – Ísland

EM endaspælið verður í Albania og Serbia í 2027.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Hósdag 6. februar
Góðan morgun Føroyar
187420
Hósdag 6. februar
Breddin: Tollkríggj
187418
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155