- Tíðindi, mentan og ítróttur
Andstøðan: Lægri skattur fer at skunda undir oljuleiting
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/faroe_petroleum.jpg?itok=g6E2nEU9)
Andstøðan í løgtinginum heldur, at útvinning av kolvetni fer í gongd á føroyskum øki, um kolvetnisskatturin verður minkaður.
Teir tríggir flokkarnir hava uppskot um at broyta kolvetnisskattalógina, t.e. lógina um, hvussu inntøkur av kolvetnisvirksemi vera skattaðar.
Vanligur kolvetnisskattur skal vera 18 prosent, ikki 27, sum lógin nú sigur.
Flokkarnir vilja aftur til lógina, sum hon var í 1999.
Kemur øllum føroyingum til góðar
Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin siga, at høvuðsendamálið er, at tilfeingisrentan av kolvetni í størstan mun kemur øllum føroyingum til góðar.
Tað ger hon bara, um skattaskipanin ikki er ein forðing fyri, at kolvetni verður vunnið í Føroyum, tí tá verður eingin leiting, og tí heldur ongin olja funnin.
Og soleiðis kemur heldur eingin tilfeingisrenta, siga flokkarnir.
Teir ásanna tó, at ikki ber til at siga við vissu, um skattaskipanin forðar fyri, at leitað verður eftir kolvetni undir Føroyum.