- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eyðmerkja lík frá skottilburðinum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/skottilburdur.jpg?itok=_WKNf0R9)
Svenska løgreglan hevur ikki enn eyðmerkt øll 11 líkini frá skottilburðinum í einum skúla í Ørebro í fyrradagin.
Men roknað verður við, at tey verða endaliga eyðmerkt í morgin.
Løgreglan váttar, at bæði kvinnur og menn eru millum tey deyðu, og at talan er ymsar aldursbólkar og ymsar tjóðskapir.
Tey seks fólkini, sum vórðu særd, eru framvegis á sjúkrahúsi.
Talan er um fýra kvinnur og tveir menn. Hjá tveimum av kvinnunum er støðan framvegis álvarslig, men tey eru sum er uttan fyri lívsvanda, skrivar svenska kringvarpið SVT.
Erik Wirén, sum er økisleiðari hjá politinum í Ørebro-økinum, segði á tíðindafundi í dag, at enn eru ongar ábendingar um nakað ideologiskt motiv fyri drápini. Men hann segði, at meðan málið verður kannað, heldur løgreglan allar møguleikar opnar.