- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunan skal viðgera málið um kirkjuna á Argjum av nýggjum
Kommunan skal viðgera málið um kirkjuna á Argjum av nýggjum
Kærustovnurin sigur, at kommunan hevur ikki hildið fyrisitingarlógina og partshoyrt
06.02.2025 - 13:58
Málið um byggiloyvi til nýggja kirkju við Sandá á Argjum endar nú aftur í Tórshavnar kommunu.
Føroya Kærustovnur hevur gjørt av at vísa málið aftur til nýggja viðgerð hjá kommununi, og sostatt er byggiloyvið til fríøkið við Sandá ikki galdandi longur.
Nakrir grannar kærdu til Kærustovnin 3. apríl í fjør, og tað er tann kæran, sum støða nú er tikin til.
Niðurstøðan er, at kommunan hevur ikki hildið fyrisitingarlógina og partshoyrt. Tí verður málið nú sent aftur til kommununa til nýggja viðgerð.
Tá kirkjuráðið á Argjum stutt fyri jól gjørdi sáttmála við byggifelagið Kanjon um at byggja nýggju kirkjuna við Sandá, var sagt, at arbeiðið skuldi byrja 5. mars.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV