Jóhanna Norðberg Niclasen: "Alt ov nógvir fordómar um Melodi Grand Prix"

Jóhanna Norðberg Niclasen: "Alt ov nógvir fordómar um Melodi Grand Prix"
Jóhanna Norðberg Niclasen úr Havn luttekur í Melodi Grand Prix við sanginum "Hallucination", tá sangkappingin fer av bakkastokki 1. mars
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
06.02.2025 - 18:56

Aftur í ár verður ein føroyingur við í donsku sangkappingini Melodi Grand Prix, ið er undankappingin til Eurovision.

Hesaferð verður tað Jóhanna Norðberg Niclasen úr Havn, ið vanliga framførir undir navninum Sissal Jo, sum skal royna at vinna sær luttøku í Eurovision við sanginum "Hallucination". Til Melodi Grand Prix er Jo strikað, so hon bara eitur Sissal.

”Eg gleði meg til at fáa eina feita uppliving av at luttaka,” sigur Jóhanna Norðberg Niclasen.

”Tað eru alt ov nógvir fordómar um tað, at luttaka í Melodi Grand Prix, og tað er órímiligt, tí Tað eru toppprofessionel fólk, ið taka lut. 

Sangurin, ið Jóhanna Norðberg Niclasen sjálv hevur skrivað saman við øðrum, snýr seg um at hitta ein persón, og finna so væl útav tí saman, at tað nærum tykist sum ein yvirsjón.

Fyrstu ferð føroyingar vóru við í Melodi Grand prix, var í 1978, tá Harkaliðið luttók við sanginum Aldan.
Síðani tá hava fleiri føroyingar verið við, eitt nú Reiley í 2023, ið megnaði at verða fyrsti føroyingur, ið vann Melodi Grand Prix, Fyrstu ferð føroyingar vóru við í Melodi Grand prix, var í 1978, tá Harkaliðið luttók við sanginum Aldan.

Síðani tá hava fleiri føroyingar verið við, eitt nú Reiley í 2023, ið megnaði at verða fyrsti føroyingur, ið vann Melodi Grand Prix, kom víðari til Eurovision. Í fjør sang Janus Wiberg Mortensen seg til eitt triðja pláss. 
 

1724570

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Mikudag 16. apríl
Morgunlestur mikudagur 16.apríl 2025
190557
Týsdag 15. apríl
50 ár síðani Froyur koppaði
190743
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594