Rødd barnsins skal styrkjast

Rødd barnsins skal styrkjast
Lógin um brekumboð er góður íblástur til at gera eina lóg um Barnaumboð, heldur Liljan Weihe, løgtingskvinna
Liljan Weihe, løgtingskvinna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.02.2025 - 08:35

Rødd barnsins skal styrkjast.

Tað halda tingkvinnurnar hjá Tjóðveldi, Liljan Weihe og Hervør Pálsdóttir.

Í gjár hátíðarhelt løgtingið, at tað eru 10 ár liðin, síðani Barnanna umboðsmaður kom.

 

Hervør Pálsdóttir er forkvinna í rættarnevndini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Barnanna umboðsmaður hevur serliga eftirlitið við barna- og ungdómsøkinum.

Eftirlit er gott, men børnini hava brúk fyri einari rødd, heldur Liljan Weihe

Hon heldur, at lógin um brekumboð, sum var samtykt í fjør, er góður íblástur til at gera eina lóg um Barnaumboð.

Hervør Pálsdóttir, sum er forkvinna í rættarnevndini, talar eisini fyri, at børnini fáa eitt umboð.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

06022025_Barnaumbod

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948