![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/20250206-dsc06447-enhanced-nrarktisk_kommando.jpg?itok=l4VV4XiG)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bárður Fríði Sandá ovasti í Arktisk Kommando í Føroyum
Bárður Fríði Sandá ovasti í Arktisk Kommando í Føroyum
Fyri fyrstu ferð er ein føroyingur ovasti í føroysku deildini hjá Arktisk Kommando í Føroyum, sambindingarelementið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20250206-dsc06465-enhanced-nrarktisk_kommando.jpg?itok=Mzn1rq0u)
Bárður Fríði Sandá og Søren Andersen generalmajorur
Mynd: Bjarn Árting Rubeksen
06.02.2025 - 13:50
Fyrrapartin var hátíðarløta hjá Arktisk Kommando í Havn, nú Arktisk Kommando í Føroyum hevur fingið ein nýggjan ovasta.
(Mynd:Bjarni Árting Rubeksen)
Tað var ein serlig løta, tí hetta er fyrstu ferð, at ein føroyingur tekur sætið sum ovasti í føroysku deildini hjá Arktisk Kommando, sambindingarelementið, í Føroyum, síðan Færøernes Kommando varð niðurlagt í 2012.
48 ára gamli Bárður Fríði Sandá, sum er ættaður úr Vági, men hevur búð í Danmark seinastu 27 árini, sær tað sum ein stóran heiður, at hann nú er ovasti í Arktisk Kommando í Føroyum, segði hann, tá hann helt røðu til reseptiónina fyrrapartin.
(Mynd:Bjarni Árting Rubeksen)
- Hóast eg havi búð í Danmark í 27 ár, so havi eg altíð vitað, hvar mítt heim er, og nú eri eg komin heim - bæði bókstavliga og í fluttari merking, segði Bárður Fríði Sandá.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV