- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarlig samgonga fer helst at rulla sjófeingislógina aftur
Verður uppskotið hjá Dennisi Holm, landsstýrismanni, um at gera broytingar í sjófeingislógini, samtykt, verður tað helst rullað aftur, so skjótt ein borgarlig samgonga aftur fær valdið í Føroyum.
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.
Sambandsflokkurin hevur fyrr gjørt semju við samgonguna, millum annað um tøkugjaldið, men flokkurin vil ikki gera semju við samgonguna hesa ferð.
- Politikkurin, sum sæst í uppskotinum hjá Dennisi Holm, liggur langt frá tí, sum Sambandsflokkurin stendur fyri, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Dennis Holm skjýtur upp, at uppsjóvarskip kunnu landa helvtina av veiðuni uttanlands, reglurnar um útlendskan ognarskap verða herdar, fiskirættindini skulu á fleiri hendur, og eitt reiðarí kann ikki eiga meira enn 15 prosent av fiskirættindunum.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at hóast onkur í samgonguni er ímóti uppskotinum, so kann tað verða samtykt við onkrum broytingum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: