Uttanlandsnevndin fer uttanlands seinni í januar

Uttanlandsnevndin fer uttanlands seinni í januar
Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum skal til Brússel og Moskva
Uttanlandsnevndin fer uttanlands, til Brússel og Moskva.
 
05.01.2018 - 12:50

Seinni í hesum mánaðinum fer Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum til Brússel og Moskva.

Vitjanin í Brússel byrjar 22.januar. Haðani fer nevndin til Moskva 24.januar og steðgar har til 27.januar.

Millum annað hevur uttanlandsnevndin hjá dumanini, russiska tinginum, játtað at hitta føroysku uttanlandsnevndina.

Nevndin skal eisini hitta búskaparráðharran í evro-asiatisku búskaparsamgonguni. 

Brexit

Í Brússel ætlar nevndin at tosa við politikarar um millum annað Brexit. 

Ætlanin er eisini at vitja europatingið og EFTA skrivstovuna. 

Ferðin hjá Uttanlandsnevndini er mett at kosta okkurt um 160.000 kr.

Løgtingið hevur 600.000 kr. um árið til ferðing hjá nevndunum. Vanliga verður roknað við, at tríggjar løgtingsnevndir býta hesar pengarnar millum sín. 

Allir sjey limirnir í Uttanlandsnevndini og nevndarskrivarin fara við til Brússel og Moskva.

Í februar í fjør var Uttanlandsnevndin í Ísrael og Palestina.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008