Pedagogleiðarar og -deildarleiðarar í verkfall

Pedagogleiðarar og -deildarleiðarar í verkfall
Kommunurnar gera av, um t.d. barnagarðar steingja, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum
Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum
Mynd: Savnsmynd  
 
10.12.2017 - 11:16

 

Pedagogfelagið hevur lýst verkfall frá týsmorgni klokkan 7. Tað umfatar eindarleiðarar innan Almannaverkið og aðrar stovnar hjá landinum og leiðarar og deildarleiðarar á dagstovnum og dagrøktum. Men tað vera kommunurnar, sum gera av, um t.d. barnagarðar steingja, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum.

Um fimm tíðina í gjár var eitt semingsuppskot lagt fyri partarnar, men tað varð vrakað, og tað gjørdu bæði Pedagogfelagið, Lønardeildin í Figgjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Semingsmenninir, Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen, eru givnir at royna semju, og Pedagogfelagið hevur lýst verkfall at byrja týsmorgunin klokkan 7.

Ikki óhugsandi at verkfallið verður víðkað

Pedagogfelagið hevur møguleika at víðka verkfallið, og tað er ikki óhugsandi, at tað verður gjørt, sigur Jógvan Philbrow.

Kravið hjá Pedagogfelagnum er, at pedagogar fáa somu løn sum onnur við somu útbúgvingarlongd - t.d. sjúkrarøktarafrøðingar, men tað kravið var ikki eftirlíkað í semingsuppskotinum, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109