Leggja øll sjúkrahúsini lamin

Leggja øll sjúkrahúsini lamin
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ætlar, at allir limir í felagnum fara í verkfall týsmorgunin
 
19.11.2017 - 11:08

Týsmorgunin verða øll sjúkrahúsini løgd lamin. Tað er greitt, eftir at samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar slitnaðu í gjárkvøldið.

Áðrenn samráðingarnar slitnaðu kom eitt semingsuppskot frá semingsmonnunum, men tað varð havnað.

Úrslitið av hesum er, at sjúkrarøktarfrøðingarnir hava handað Kristinu Háfoss, fíggjarmálaráðharra, eitt skriv, sum segði, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar nú verða allir limir, sum arbeiða á sjúkrahúsunum, partur av verkfallinum frá týsdegnum klokkan sjey.

Vit hava í morgun roynt at fingið eina viðmerking frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, men tað hevur ikki eydnast okkum.

Við in.fo í gjárkvøldið greiddi Kristina Háfoss tó soleiðis frá:

- Vit hava bjóðað felagnum 4000 krónur meira í løn um mánaðin í endastigi til vanligar sjúkrarøktarfrøðingar. Vit hava bjóðað eftirløn á 15 prosent á ábyrgdarbøtur og førleikaviðbøtur, sum í dag er stórur partur av lønini hjá sjúkrarøktarfrøðingum.

Vit hava arbeitt hart við at møta teirra ynskjum um eina øðrvísi lønarskipan enn hana, limirnir hava í dag, men alt verður afturvíst, sigur landsstýriskvinnan við in.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114