Spyr um ferðavinnustuðul

Spyr um ferðavinnustuðul
Pauli Trond Petersen vil vita frá Poul Michelsen, hvat hann heldur um stuðulin, sum Visit Faroe Islands letur til summi øki í landinum
 
16.11.2017 - 14:02

Løgtingið hevur samtykt, at landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum skal svara einum skrivligum fyrispurningi um málið.

Pauli Trond Petersen spyr, um Poul Michelsen ætlar at fylgja tilmælinum í heildarætlanini um ferðavinnu í Føroyum og brúka stuðulspuljuna, sum nú fer til at reka kunningarstovur í summum pørtum av landinum, øðrvísi.

Pauli Trond Petersen, sum eisini er borgarstjóri í Vestmanna kommuna, sigur í viðmerkingunum til fyrispurningin, at í allari Streymoynni er bara ein kunningarstova, sum fær almennan stuðul, og tað er tann í Havn. 

Ferðavinnan í Norðstreymi hevur í veruleikanum klárað seg uttan eina almenna stuðulskrónu øll árini, men harfyri er ikki rætt, at landið brúkar sínar pengar, sum tað hevur gjørt í mong ár, sigur Pauli Trond Petersen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109