Munandi dýrari at gista á Ibisa um summarið

Munandi dýrari at gista á Ibisa um summarið
Ferðavinnuavgjaldið í Mallorka hækkar, so tað verður tvífalt so dýrt at gista á fínastu gistingarhúsunum
Gistingarhús í Ibisa
 
04.10.2017 - 17:25

Í fjør varð sett í gildi serligt ferðavinnuavgjald á Balear-oyggjunum í Miðjarahavinum, - eitt nú Mallorka, Menorka og Ibiza. 

Avgjaldið er nú um 2 evrur (uml. 15 krónur) um dagin fyri hvønn vaksnan útlending fyri náttina, og metta varð, at inntøkan av tí fór at gerast væl omanfyri 600 miljónir krónur.

Men nú hækkar miðalavgjaldið upp í tríggjar evrur um dagin (góðar 22 krónur), og tey, sum gista á góðu gistingarhúsunum skulu rinda fýra evrur um dagin (30 kr.) í avgjaldi fyri hvønn vaksnan persón, skrivar Daily Mail.

Øll skulu rinda

Nýggju avgjøldini fevna eisini um ferðafólk, sum vitja oyggjarnar við ferðamannaskipi. Tey skulu nú rinda tvær evrur fyri hvønn persón. 

Kampistar skulu rinda eina evru, og gestir á gistingarhúsum uttanfyri býirnar rinda tvær evrur í avgjaldi fyri náttina.

Hækkingin av ferðaavgjaldinum kemur í gildi í 2018 og fevnir um øll ferðafólk, sum eru 16 ár og eldri, og sum vitja í oyggjunum summarmánaðirnar, - mai til oktober.

Dýrari fyri barnafamiljur

Tað merkir, at ein persónur, sum næsta summar gistir á góðum gistingarhúsi í tvær vikur, skal rinda tilsamans 420 krónur í avgjaldi. Fyri barnafamiljur við vaksnum børnum kann talan sostatt verða um nakrar túsund krónur í avgjaldi.

Myndugleikarnir rokna við næsta ár at fáa 860 miljónir krónur í inntøku. 

Næst eftir Katalonia eru Balear-oyggjarnar, Mallorka, Menorka og Ibiza, mest vitjað í Spania.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889