Lógarbrot í fleiri handlum: Seldu snús til børn 

Lógarbrot í fleiri handlum: Seldu snús til børn 
12 út av 15 handlum brutu roykilógina, tá teir seldu snús til 15 ára gamlar gentur
15 ára gamla Sonja Klein Simonsen, ið er í starvsvenjing í Kringvarpinum í løtuni, hevði ongar trupulleikar við at keypa snús í flestu handlunum
Mynd: Tordis Vang Guttesen  
 
26.02.2025 - 16:25

Teir fáast í alskyns smakkum og litum. Millum ung eru teir eru serliga væl umtóktir. Smáu hvítu ella brúnu snúsposarnir, ið fáast til keyps í handlunum kring landið. Sjónligir í ávísum handlum. Í øðrum fjaldir.

Kanning hjá Kringvarpinum vísir, at tað er lætt hjá 15 ára gomlum at fáa fatur á skaðiligu hvítu snúsposunum. 

 

Brot á roykilógina 

Í roykilógini er ásett, at tað ikki er loyvt at selja ella lata tubbaksvørur til fólk undir 18 ár. Er ivamál um aldurin á keyparanum, kann vøran bert verða seld, um keyparin skjalprógvar sín aldur.

Arbeiðseftirlitið og Skipaeftirlitið skulu hava alment eftirlit við, at ásetingarnar í roykilógini verða hildnar. 

Hóast hetta, bar til hjá tveimum 15 ára gomlum gentum at keypa snús í 12 handlum kring landið.

Sostatt hava hesir handlar brotið galdandi roykilóg. 

 

Síggj hvussu tað gekk fyri seg, tá 15 ára gomlu Sonja og Bára fór út at keypa snús:

 

250227_WEB_SONJA_BARA_KEYPA_SNUS

 

Soleiðis varð kanningin gjørd: 
Tvær 15 ára gamlar gentur hava verið í 15 handlum kring landið og spurt um ein pakka av snúsi. Í 12 handlum kundu tær keypa snús. 
Handlarnir, sum seldu snús: Á við Sundsvegin í Havn, Bónus í Miðlon í Havn, Effo í Runavík, Lonin í Skopun, Eldhús á Sandi, Effo í Leirvík, og í Klaksvík vóru handlarnir Magn, Effo, Samkeyp, Heygabúðin, FK og Inn. 
Handlarnir, sum bóðu um samleikaprógv: Inn við Grønlandsvegin í Havn, Effo á Argjum og Magn á Glyvrum. 
Her vóru tær: Í Havn vóru Sonja og Bára í 4 handlum. 6 handlum í Klaksvík. 2 handlum í Runavík. 1 handli í Leirvík og 2 handlum í Sandoynni. 
Sonja Klein Simonsen gongur í 9. flokki, og er í starvsvenjing í Kringvarpinum. Sonja og Bára Reynheim Petersen gjørdu kanningina. 


Ung fólk við kassan 

Í nógvum førum eru tað ung fólk, sum sita við kassan í handlunum, og sambært lógini, hava ung undir 18 ár loyvi til at selja snús og aðrar tubbaksvørur.

Í Handilsvinnufelagnum halda tey ikki, at tað er ein trupulleiki, at ung undir 18 ár hava loyvi til at selja hesar vørur.

"At selja og at keypa er ikki tað sama," sigur Hilmar Sam Lamhauge, nevndarlimur í Handilsvinnufelagnum. 


Hilmar Sam Lamhauge er nevndarlimur í Handilsvinnufelagnum (Mynd: Birita Matras Petersen)

 

Starvsfólk undir 18 ár kunnað um reglurnar 

Hilmar Sam Lamhauge ger vart við, at tá ið starvsfólk í Handilsvinnufelagnum verða sett, fáa tey at vita, hvørjar reglur eru á økinum, og at tey ikki skulu selja til fólk, sum eru yngri enn 18 ár.

"Á starvsfólkafundum úti í handlunum verður tosað um, at tað møguliga kann vera avbjóðandi hjá starvsfólki at nokta at selja tubbaksvørur, men reglurnar skulu haldast, og tað ganga vit høgt uppí", sigur Hilmar Sam Lamhauge. 

Nevndarlimurin í Handilsvinnufelagnum ásannar, at tað er keðiligt, at so nógvir handlar, hóast tað, ikki hava hildið lógina.

 

“Eg havi ikki nakra ábending um, hví tað man vera so, og tað vóru keðilig hagtøl, sjálvandi. So tað mugu vit bøta um, um tað er so.” 

Hilmar Sam Lamhauge, nevndarlimur í Handilsvinnufelagnum 

 

Hilmar_Sam_Lamhauge_LIDUGT
 

Mynd: Tordis Vang Guttensen

 

Roykilógin 
Sambært roykilógini fevnir tubbaksvøra um vøru, ið inniheldur evni úr tubbaksplantuni, eisini genetiskt umskapað tubbak, og sum er ætlað at roykja, tyggja, snúsa ella súgva, tó ikki apoteksvøra við nikotininnihaldi, um vøran er ætlað at hjálpa fólki at leggja av at roykja.
Tað er ikki loyvt at selja ella lata tubbaksvørur til persónar yngri, enn 18 ár. Um ivi er um aldurin á keyparanum, kann søla bert fara fram, um keyparin skjalprógvar aldur sín. 
Á sølustøðum, har tubbaksvøra verður seld, skal tubbaksvøran vera fjald soleiðis, at hon als ikki er sjónlig fyri viðskiftafólki. 
Arbeiðseftirlitið og Skipaeftirlitið hava alment eftirlit við, at ásetingarnar í hesi lóg verða hildnar. 
 

 
Eiga at umhugsa at banna snúsi

Snús varð eisini viðgjørt í Degi og viku 1. november í fjør.

Staðfest bleiv, at snús er alsamt meira vanligt millum ung. Somikið vanligt, at tað er nú er forboðið at snúsa á fleiri av miðnámsskúlunum. 

Tá róði Magni Mohr, professari í fysiologi á Fróðskaparsetrinum, framundir, at vit sum samfelag eiga at umhugsa  at banna snúsi yvirhøvur. 

 

SNUS_DV_1_NOV_2024

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889