
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danmark og Noreg fara at samstarva um trygd og verju

Danmark og Noreg skulu samstarva formliga um trygd og verju.
Tí boðaðu Mette Fredriksen, forsætisráðharri, og Jonas Gahr Støre, norskur forsætisráðharri, frá, tá tey vóru á norðurlendskum javnaðarfundi í Holmenkollen í Noregi í gjár.
Millum annað skal avtalan fevna um dronueftirlit við havøkjunum.
Í dag hevur Danmark eftirlit við havleiðunum kring Føroyar, og trygdar- og verjumál eru felags málsøki millum Danmark og Føroyar.
Høgni Hoydal og Espen Barth Eide.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, var í farnu viku á arbeiðsferð í Noregi og hitti norska starvsfelagan, Espen Barth Eide.
Á fundinum tosaðu teir millum annað um avtaluna millum norsku og donsku stjórnina.
- Avtalan er eitt gott stig á leiðini, at fáa sterkari samstarv um trygd og verju millum Norðurlond, sigur Høgni Hoydal:
Hvat liggur í verju- og trygdarsemjuni millum Danmark og Noreg, og hvørji átøk skulu fremjast, verður kunngjørt seinni í vár.
Verju- og trygdarmál eru felagsmál, og tí arbeiðir landsstýrið saman við donsku stjórnini um trygdar- og verjumál, men sambært landsstýrismanninum, hevur landsstýrið ongantíð tosað so nógv um trygdarpolitikk við onnur lond enn nú: