Flestu arbeiðsleysu eru millum 25 og 34 ár

Flestu arbeiðsleysu eru millum 25 og 34 ár
43 fólk eru langtíðararbeiðsleys
Arbeiðsloysisskipanin.
 
26.02.2025 - 11:21

Arbeiðsloysið í januar var størst í aldursbólkinum 25 til 34 ár.

Har er tað 1,6 prosent, tað sama sum tað var í januar í fjør.

Miðaltalið er eitt prosent.

Størsta broytingin er hjá teimum, sum eru millum 16 og 24 ár, skrivar Hagstovan.

Tað var 0,4 prosentstig minni í januar í ár enn í januar í fjør. 

11,5 prosent av teimum arbeiðsleysu, 43 fólk, eru langtíðararbeiðsleys. 

Tey hava verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár.

 

12 fleiri langtíðararbeiðsleys

Í januar í ár eru 12 fólk fleiri langtíðararbeiðsleys enn í januar í fjør. Tá vóru átta prosent langtíðararbeiðsleys. 

Minsta arbeiðsloysið er í Sandoyar økinum.

Har var arbeiðsloyvið bara hálvt prosent í januar. 

Tað eru 0,9 prosentstig minni enn januar í fjør.  

Størsta arbeiðsloysið i januar var í Norðstreymi, 1,3 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946