- Tíðindi, mentan og ítróttur
Allir føroyingar kunnu gera viðmerkingar til heilsupolitikkin
Allir føroyingar kunnu gera viðmerkingar til heilsupolitikkin
Freistin at koma við viðmerkingum er 1. mars

Súsanna Bertholdsen er landsstýriskvinna í heilsumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
26.02.2025 - 14:12
Fyri fyrstu ferð skal heilsupolitikkur orðast í Føroyum.
Breið politisk semja skal vera um politikkin, og heitt verður á allar føroyingar, um at koma við viðmerkingum á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
26022025_Susanna_og_heilsupolitikkur
Freistin at koma við viðmerkingum til ein komandi føroyskan heilsupolitikk er 1. mars og tað er á heimasíðini hjá Heilsumálaráðnum, hmr.fo.
Í innslagnum hoyrdu við, umframt landsstýriskvinnuna Súsonnu Bertholdsen, Boga Sørensen, Lindu av Fløtum, Oddvør Johansen og Birna Berglind.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV