Landsstýrismaðurin hevur ikki handlað í tráð við lógina

Landsstýrismaðurin hevur ikki handlað í tráð við lógina
Niðurstøðan er púra greið, har hevur ikki verið neyðug lógarheimild, at gera tað sum Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur gjørt, sigur Árni Skaale
Árni Skaale, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.
Mynd: Savnsmynd  
 
26.02.2025 - 17:15

Árni Skaale, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, kærdi Dennis Holm til landsstýrismálanevndina 5. mai í fjør, í sambandi við at hann útlutaði 32.500 tons av svartkjafti við kunngerð.

Landsstýrismálanevndin er nú er liðug at avgreiða málið, og niðurstøðan er, at Dennis Holm ikki hevði lógarheimild til at broyta kunngerðina.

Árni Skaale sigur, at landsstýrismaðurin ikki hevur handlað í tráð við lógina, og leggur dent á, at tað er løgmaður sum hevur ábyrgd at fylgja við virkinum hjá landsstýrisfólki.

Hoyr brot úr útvarpinum her:

1728663

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889