- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ber ikki til at notera og siga seg vera ósamdan
Ber ikki til at notera og siga seg vera ósamdan
Eitt landsstýrisfólk kann ikki bara notera sær, hvat niðurstøðu landsstýrismálanevndin kemur til, og so siga, at hann er ósamdur við niðurstøðuni

Beinta Løwe, politiskur viðmerkjari
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
26.02.2025 - 18:33
Tað sigur Beinta Løwe, politiskur viðmerkjari.
Hon vísir á, at ein landsstýrismaður stendur altíð við ábyrgd og kann tí ikki bara vísa til, at hann ger tað, sum umsitingin sigur. Hann kann ikki fara útum lógarinnar karmar.
- Í hesum føri er tað ein uttanhýsis advokatur og landsstýrismálanevndin, sum koma til taniðurstøðu, at tað hevur ikki verið lógarheimild fyri tí, sum Dennis Holm hevur gjørt. Ein tílík niðurstøða má virðast av landsstýrismanninum, sigur Beinta Løwe.
1728668
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV