Eitt til trý sjálvmorð í Føroyum árið

Eitt til trý sjálvmorð í Føroyum árið
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað Kristionnu Winther Poulsen, tingkvinnu, um sjálvmorð og sjálvmorðsroyndir
Færri føroyingar doyggja fyri egnari hond enn aðrir norðurlendingar, sigur landsstýriskvinnan í svarinum
 
22.09.2017 - 17:08

Færri føroyingar doyggja fyri egnari hond enn aðrir norðurlendingar.

Grønlendingar eru teir, sum oftast taka seg av døgum, men tilburðirnir eru umleið teir somu í Finnlandi, Íslandi og Svøríki.

Heldur færri sjálvmorðstilburðir eru í Álandi, Noregi og Danmark.

Í øllum norðurlondum eru tað flestir menn, sum doyggja fyri egnari hond.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Kristionnu Winther Poulsen í Javnaðarflokkinum, sum hevur spurt um málið.

Eitt og trý sjálvmorð

Seinnu árini hava verið millum eitt og trý sjálvmorð í Føroyum, men í 2010 vóru seks sjálvmorðstilburðir.

Tá fólk verða løgd inn á Landssjúkrahúsið í sambandi við sjálvmorðsroynd, er vanliga mannagongdin, at tey fáa boðið samrøðu við psykiatara.

Ein annar møguleiki er at fáa boðið uppfylgjandi samrøður, ella at verða lagdur inn á Psykiatriska depilin, verður tað mett skilabest.

Granskingarverkætlan

Í løtuni arbeiðir Landssjúkrahúsið við eini granskingarverkætlan á intensivu deild, sum hevur til endamáls at finna øll tey, sum hava verið innløgd við heilivágseitran, og hvussu nógvir av hesum tilburðum eru sjálvmorðsroyndir.

Nú ber bara til at keypa smáar nøgdir av pínutablettum í hondkeypi á apotekinum. Annars krevst resept.

Í grannalondunum hava verið færri tilburðir av hesum slagi av eitran, og varhugin er, at sama er galdandi í Føroyum, sigur Sirið Stenberg m.a. í svarinum til Kristionnu Winther Poulsen. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948