Javnaðarflokkurin nýggja forkvinnu fyri tingbólkin

Javnaðarflokkurin nýggja forkvinnu fyri tingbólkin
Helena Dam á Neystabø verður nýggj forkvinna fyri tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum. Hon tekur við eftir Jónleif Johannesen
 
07.09.2017 - 17:18


Hann hevur verið formaður fyri tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum hálva tingsetu. Sambært lógini hjá flokkinum, er forkvinnan í tingbólkinum eisini fyrsta næstforkvinna í flokkinum. 

Í tíðindaskrivi sigur Javnaðarflokkurin, at tá samgongan varð skipað 14. september 2015, varð avtalað í tingbólkinum at býta sessin sum tingbólkaformaður ímillum Jónleif Johannesen og Helenu Dam á Neystabø.

Hon tekur við sessinum 14. september.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109