Fólk kunnu síggja øll 46 uppskotini um Hoydalar

Fólk kunnu síggja øll 46 uppskotini um Hoydalar
Ikki bara uppskotini við myndum eru á framsýningini í Mentamálaráðnum um framtíðina í Hoydølum
46 uppskot eru um bygningarnar í Hoydølum.
 
07.09.2017 - 12:55

Øll 46 uppskotini um framtíðina hjá bygningum landsins í Hoydølum kunnu síggjast á framsýningini í Mentamálaráðnum.

Bara tvey uppskot hava myndir, og tær verða sýndar fram í Mentamálaráðnum í hesum døgum.

Men Mentamálaráðið ger vart við, at hóast almenningurin nú fær høvi at síggja hesi bæði uppskotini, er avgerð enn ikki tikin um, hvussu framtíðin verður í Hoydølum.

Framsýningin gevur ikki fyrimun í viðgerðini, sigur Mentamálaráðið.

Og til ber eisini at síggja hini 44 uppskotini, sum onga mynd hava, á framsýningini, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri. 

Mentamálaráðið hevur ikki avgjørt enn, hvussu tað fer at velja uppskotið, sum verður brúkt í Hoydølum, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109