Íbúðir har sum skúlin er og eplaveltur á fløtuni

Íbúðir har sum skúlin er og eplaveltur á fløtuni
Tvey uppskot um framtíðina hjá Hoydølum verða sýnd fram í Mentamálaráðnum. Tey einastu av 46 sum hava myndir
Ragnar Zachariassen hjá Zeta arkitektum og Rigmor Dam, landsstýriskvinna. Mynd Mentamálaráðið.
 
06.09.2017 - 07:52

Fólk skulu búgva í Hoydølum, tá skúlin har eina ferð flytur í Marknagil. 

Zeta arkitektar hava saman við Bústøðum gjørt uppskot um at gera íbúðir og barnagarð í skúlanum, matstovu og kømur at leiga í Sanatoriinum og kreativan verkstað í Nýggja húsi.

Harafturat er ætlanin at brúka part av sjálvari fløtuni í Hoydølum til smáar garðar, sum fólka kunnu leiga til at  velta epli og annað grønmeti.

Uppskotið hjá Zeta og Bústøðum kann síggjast í Mentamálaráðnum við Hoyvíksvegin í Havn næstu tvær vikurnar.  

Tvey við myndum

LISA, Listafólkasambandið, hevur gjørt bókling um uppskotið hjá LISA um at gera listadepil í Hoydølum. Hesin bóklingurin er eisini á framsýningini í Mentamálaráðnum.

46 uppskot komu, tá Mentamálaráðið bað fólk um at siga sína hugsan um framtíðina hjá Hoydølum.

Uppskotini hjá Zeta og Bústøðum og hjá LISA eru øðrvísi enn hini 44, tí í teimum eru eisini myndir.

Mentamálaráðið hevur ikki avgjørt enn, hvussu bygningarnir hjá landinum í Hoydølum skulu brúkast, tá gamli Føroya Studentaskúli og HF-skeið flytur haðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109