- Tíðindi, mentan og ítróttur
Átta atsóknir við akførum í Evropa seinasta árið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/alop_i_nice_14072016_ap.jpg?itok=7JgtHwqu)
14. juli 2016, Nice:
Ein lastbilur koyrir inn í eina stóra mannamúgvu, sum var savnað í sambandi við franska tjóðardegnum, í suðurfranska býnum.
85 fólk lótu lív og fleiri enn 300 vórðu særd. Gerningsmaðurin. Ein 31 ára gamal tunesi doyði av skotum frá løgregluni.
19. desember 2016, Berlin:
Ein lastbilur koyrir inn sølubásar og vitjandi á einum jólamarknaði í Berlin.
12 fólk lótu lív og 50 vórðu særd. Ein tunesi koyrdi bilin, hann varð skotin til deyðis av løgregluni fýra dagar seinni.
22. mars 2017, London
Ein persónbilur koyrir inn í fólk, sum gingu á Westminster Bridge í London.
Fimm fólk lótu lív og 50 vórðu særd. Løgreglan skeyt 52 ára gamla gerningsmannin, tá hann royndi at bróta inn í parlamentið. IS tók ábyrgdina av atsøknini.
7. apríl 2017, Stockholm
Ein lastbilur koyrir inn í eina mannamúgvu á Drottninggatan í miðbýnum í Stockholm.
Fýra fólk lótu lív og 15 vórðu særd. Ein 39 ára gamal maður úr Usbekistan bleiv handtikin í sambandi við atsóknina.
3. juni 2017, London
Ein hvítur vørubilur koyrir inn í fólk á London Bridge í bretska høvuðsstaðnum London. Tríggir gerningsmenn fóru úr bilunum og lupu á tilvildarlig fólk við knívi.
Átta fólk lótu lív og 48 vórðu løstað.
19. juni 2017, London
Ein maður koyrir inn í fleiri fólk uttanfyri eina mosku í Norðurlondon.
Ein persónur lat lív og 10 vórðu særd. Tað eydnaðist løgregluni at handtaka geringsmannin, sum var ein 48 ára gamal bredskur maður.
17. august, Barcelona
Ein hvítur vøruvognur koyrir inn í eina mannamúgvu á La Rambla, handilsgøtuni í Barcelona.
13 lótu lív og umleið 100 eru særd
18.august, Cambrils
Ein persónbilur við fimm persónum koyrir inn í eina mannamúgvu.
Sjey løgreglufólk og civil vórðu særd. Løgreglan skeyt og drap fimm persónar eftir hendingina.