- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óbodnir gestir í gamla bakarínum
Óbodnir gestir í gamla bakarínum
Hetta vóru ikki ung fólk, sum rúsaðu seg, men fólk, sum plaga at halda til í Steinatúni, sigur politiið.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20250115-_dsc3401-restorffs.jpg?itok=Q7emc_wL)
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
10.02.2025 - 08:09
Um eitttíðina í gjár fekk politiið boð um, at óbodnir gestir vóru í húsinum í miðbýnum í Havn, har sum bakaríið hjá Restorff var.
Talan var um átta fólk, kvinnur og menn.
Politiið rak tey á dyr.
Tey vóru komin inn við at bróta ein rút.
Hetta vóru ikki ung fólk, sum rúsaðu seg, men fólk, sum plaga at halda til í Steinatúni, sigur politiið.
Hetta var aðru ferð, at politiið er boðsent, tí fólk hava verið í gamla bakarínum í miðbýnum í Havn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV