Ítróttafagnaðurin verður í Varpinum næstu trý árini

Ítróttafagnaðurin verður í Varpinum næstu trý árini
Tiltakið verður í Klaksvík 7. februar næsta ár og aftur í 2027 og 2028
ÍSF og Klaksvíkar kommuna hava skrivað undir avtalu um, at Ítróttafagnaðurin verður í Varpinum næstu trý árini.
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
10.02.2025 - 08:15

Ítróttarfagnaðurin 2025 verður í Varpinum í Klaksvík tann 7. februar næsta ár.

Og sambært sáttmálanum verður ítróttarfagnaðurin eisini í Varpinum í 2027 og í 2028. 

Tað skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni. 

Tað er ÍSF, sum skipar fyri Ítróttarfagnaðinum, sum heiðrar fólk í okkara lokala ítróttaheimi. Og í sínum arbeiði leggur ÍSF dent á, at tiltakið ferðast kring landið.

Fyrsta tiltakið varð hildið í Smæruni í Havn í 2018, og síðan hevur fagnaðurin verið í Fuglafirði og í Runavík. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017