Týdning at seta mynd og orð á kvinnunjótilsi og kvinnukroppin

Týdning at seta mynd og orð á kvinnunjótilsi og kvinnukroppin
Maria Winther Olsen vann í gjár ársins Geyta fyri stuttfilmin 'Halt um meg'.
Maria Winther Olsen
Mynd: Filippa Ryom Zachariassen  
 
09.02.2025 - 17:19
1725046

- Fyri meg hevði tað týdning at seta mynd og orð á kvinnunjótilsi og kvinnukroppin.

Tað sigur Maria Winther Olsen, sum í gjár vann ársins Geyta fyri stuttfilmin 'Halt um meg'. Hon var ikki sjálv til staðar til handanina, og setti seg at gráta í einum busskýli, tá hon fekk boðini. Dómsnevndin grundgav millum annað soleiðis: "Filmurin, søgan og myndamálið halda í hesum væl loysta filmi um óloystar kenslur - tann mest nuanceraða søgan um eitt ”one night stand." 

 

Maria Winther Olsen er longu í holt við næstu verkætkan, sum fer at snúgva seg um vinalagið millum tveir føroyingar, sum búgva á Oyrasundskollegiinum. Tann filmurin verður vístur í Føroyum í endanum av hesum árinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772