![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/gesturh.jpg?itok=QS6-MArO)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðurskifti við útheimin og innanhýsis stríð í Siumut seta dám á valstríðið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/erik_jensen_siumut-formadur.jpg?itok=c1Zt75-H)
Viðurskifti við útheimin og innanhýsis stríð í stjórnarflokkinum Siumut hava higartil sett dám á valstríðið í Grønlandi.
Tað sigur Gestur Hovgaard, ph.d. í samfelagsvísindum og professari á lærda háskúlanum í Nuuk.
Gestur Hoivgaard.
At spurningurin um framtíðarstøðuna hjá Grønlandi í ríkisfelagsskapinum fyllir nógv í valstríðnum, sæst í tí stríðnum, sum hevur verið í Siumut seinastu dagarnar um grein 21 í Sjálvsstýrislógini.
At formaðurin í Siumut, Erik Jensen, vil hava sett ferð á sjálvstýristilgongdina í Grønlandi, er tekin um, at víðgongdi loysingarvongurin í Siumut er styrknaður.
Og tað merkir, at ein gjógv nú hómast, hvussu stjórnarflokkarnir - Siumut og IA - ætla at halda fram á fullveldiskósini, sigur Gestur Hovgaard.
Hoyr innslag i útvarpstíðindunum: