- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendingar leita enn eftir lodnu
Íslendingar leita enn eftir lodnu
Hóast eingin lodnufiskiskapur verður í vetur, hava íslendingar ikki mist allan vón um at finna lodnu
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/fridriksson._shipspotting.com_.jpg?itok=c9qXeQgC)
Havrannsóknarskipið Árni Friðriksson fer út í morgin, og verður úti í 15 dagar.
Mynd: Shipspotting.con
07.02.2025 - 09:48
Íslendingar leita enn eftir lodnu.
Havrannsóknarskipið Árni Friðriksson fer út í morgin, og verður úti í 15 dagar.
Og fyrst í næstu viku fara tvey uppsjóvarskip út at leita.
Á kyndilsmessu var kunngjørt, at heldur ikki í vetur verður nøkur lodna at fiska í íslendskum sjógvi.
Tað var niðurstøðan hjá íslendsku havstovuni eftir at leitað hevur verið eftir lodnu seinastu vikurnar.
Eingin lodna var fiskað veturin 2023-2024.
Og nú verður mælt til heldur ikki at fiska lodnu í vetur.
Men íslendingar hava ikki mist alla vón enn um at finna lodnu.
Teir leita framvegis.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV