Grønland fingið nýggjan flokk

Grønland fingið nýggjan flokk
Grønland hevur fingið ein nýggja politiskan flokk. Flokkurin eitur Qulleq og er á sjálvræðisvonginum. 
 
08.02.2025 - 12:23

Grønland hevur fingið ein nýggja politiskan flokk. Flokkurin eitur Qulleq og er á sjálvræðisvonginum. 

- Vit hava savnað tær 860 kravdu undirskriftirnar til at stovna ein flokk, váttar formaðurin Karl Ingemann fyri Sermitsiaq. 

Í løtuni arbeiðir flokkurin við at orða politisku stevnuskránna, og síðan skulu valevnislistarnar gerast til bæði Inatsisartut og kommunustýrini, - freistin er 18. februar. 

Flokkurin Qulleq vil hava sjálvræði skjótast gjørligt og formaðurin leggur dent á, at tað almenna í framtíðini skal arbeiða fyri teimum 'røttu' íbúgvunum (Nunap inuii), og at skipanin ikki longur skal vera eitt avrit av donsku skipanini. 

- Vit eru eitt land við nógvum møguleikum og landið gevur okkum nógv tilfeingi. Men vit brúka tey ikki rætt og lata møguleikan at brúka tilfeingi frá okkum. Tað hendir samstundis sum at borgarir í landinum líða álvarsama neyð og landið vantar pening. Vit kunnu ikki halda fram á hendan hátt, sigur Karl Ingemann við Sermitsiaq. 

Hann vil í løtuni ikki siga nakað, um hvussu nógv valevni flokkurin stillar upp, tí valevnislistarnir eru ikki lidnir enn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342