- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísrael kunnaði norskan diplomat um ætlanir í Gasa
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/wennesland.jpg?itok=tNnYcdAh)
Tá amerikanski forsetin Donald Trump fyrr í vikuni segði, at USA skuldi eiga Gasageiran, og at palestinar í Gasa eiga at flyta í onnur lond, kom tað óvart á tey flestu.
Men ikki á øll.
Tor Wennesland, sum er fyrrverandi serligur ST-sendimaður í Miðeystri, sigur við NRK, at ætlanin hjá Donald Trump at flyta palestinar úr Gasa og yvirtaka økið er ein gomul ísraelsk ætlan.
Hann sigur, at táverandi ísraelski uttanríkisráðharrin, Eli Cohen, sjálvur legði hetta uppskotið fram fyri sær tíðliga í krígnum í Gasa.
Sí videobrot úr NRK:
Sambært Tor Wennesland ringdi Eli Cohen tvær ferðir sama dag til sín og spurdi, um hann kundi hjálpa við at fáa ST at samskipa eina flyting av einari millión fólkum út í Sinai-oyðimørkina, og um ST kundi taka samband upp við Egyptaland um at taka ímóti hesum fólkunum.
Wennesland svaraði Cohen, at tað var púra óaktuelt, skrivar NRK.