- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fimm fólk meldað í sambandi við fiskakvotur
Fimm fólk meldað í sambandi við fiskakvotur
Danska ríkisgrannskoðanin kom í gjár við eini frágreiðing, sum fanst hvassliga at danska Umhvørvismálaráðnum fyri umsitingina av fiskakvotum.
17.08.2017 - 10:58
Fimm fólk eru meldað til løgregluna í samband við málið um fiskakvoturnar í Danmark.
Tað skrivar Danmarks Radio, sum hevur fingið tíðindini váttað frá fleiri keldum.
Ákærurnar koma, eftir at danska ríkisgrannskoðanin í gjár kom við eini frágreiðing, sum fanst hvassliga at danska Umhvørvismálaráðnum fyri umsitingina av fiskakvotum.
Frágreiðingin staðfestir, at kvotabarónar hava havt frítt spæl síðani 2002, tá fólkatingið samtykti eina lóg, sum skuldi forða fyri, at kvotunar savnaðust á fáum hondum.
Eisini er illgruni um skjalafalsan og strámannavirksemi, stendir í frágreiðingini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV