Ov stutt skotbrá til nýggja fiskivinnunýskipan

bannari
Ov stutt skotbrá til nýggja fiskivinnunýskipan
Tíðin er ov stutt til at seta eina umfatandi fiskivinnunýskipan í gildi, longu á nýggjárinum. Tað sigur Bjørn Kalsø, framsøgumaður í fiskivinnumálum
 
16.08.2017 - 13:31

Tað er ov stutt skotbrá at seta eina umfatandi fiskivinnunýskipan í gildi, longu á nýggjárinum, tað segði Bjørn Kalsø, løgtingsmaður og framsøgumaður í fiskivinnumálum fyri Sambandsflokkin í tinginum í dag. 

Sambandsflokkurin var leingi í realitetssamráðingum við samgonguna um eina fiskivinnunýskipan, men tað bar ikki á mál, og flokkurin legði í vár fram sítt egna uppskot um eina fiskivinnunýskipan.

Nýskipanaruppskotið hjá Sambandsflokkinum datt burtur, tá løgtingsformaðurin sendi tingið til hús í juli mánaða. Tað sama gjørdu nýskipanaruppskotini hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og uppskotið hjá Fólkaflokkinum.

Løgmaður og landsstýrismaðurin hava boðað frá, at uppskot um eina fiskivinnunýskipan verður lagt framaftur í august.

Í løgtinginum fyrrapartin gav framsøgumaðurin hjá Sambandsflokkinum greitt til kennar, at tíðin til at fremja eina nýskiapan er ov stutt, áðrenn veiðiloyvini fara úr gildi.

Miðflokkurin hevur longu lagt eitt uppskot fyri løgtingið, har veiðiloyvini verða longd í tvey ár. 

-Tað kundi verið eitt kompromis, heldur Bjørn Kalsø.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, gjørdi tó greitt, at tað kemur ikki uppá tal at leingja veiðiloyvini, sum fara úr gildi á nýggjárinum. 

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sigur at Sambandsflokkurin ætlar framvegis at fara í Løgtingið við sínum uppskoti um fiskivinnunýskipan.

- Men vit vita ikki, hvat útspælið hjá landsstýrinum verður, og vit vilja heldur halda fram við verandi skipan enn at kollvelta fiskivinnuna, sigur Bárður á Steig Nielsen, sum er formaður í Sambandsflokkinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Andarblak - Gleðiligar páskir
191058
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946