- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dýrari fiskur í USA
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/0ada9552872bad5571c0c649f09636e7.png?itok=mXz42V0K)
Avgjaldið skal leggjast á allar innfluttar vørur. Endamálið við avgjaldinum er at stimbra amerikanska framleiðslu og útflutning. Føroyar selja nógvan laks til USA.
Sambært norska Fiskeribladet, sigur fiskavøruinnflytarin Sean O´Scannlain í Bosten við Wall Street Journal, at laksaflakið, sum nú kostar 58 krónur fyri pundið, fer upp í 73 krónur, kemur avgjaldið í gildi.
Prísvøksturin er 25 prosent. Fiskeribladet skrivar, at ger USA álvara av at seta í gildi avgjaldið, verður tað ivaleyst kært til WTO, alheims handilsfelagsskapin.
Republikanarar ikki samdir um avgjald
Hugskotið um avgjald á allar innfluttar vørur er gamalt, tað er frá 1997. Men tað er ongantíð roynt í verki. Semja er ikki í Republikanska flokkinum um avgjaldið.
Tað er, um hetta serliga avgjaldið skal við í skattanýskipanina, sum kemur seinni í ár. Donald Trump, forseti, er ikki heitur fyri uppskotinum, sigst.
Fleiri enn hann í flokkinum halda, at avgjaldið, sum kallast Border Adjustment Tax, er eitt vána hugskot. Millum 80 og 90 prosent av fiskavørunum, sum amerikanarar eta, eru innflutt, millum annað úr Føroyum.