Geytavinnarin 2025 er Maria Winther Olsen við filminum "Halt um meg".

Geytavinnarin 2025 er Maria Winther Olsen við filminum "Halt um meg".
Inn komu 15 filmar, og av teimum vórðu 7 vístir í kvøld
Her eru tey tilnevndu til Geytan 2025
Mynd: Bjarn Árting Rubeksen  
 
08.02.2025 - 23:45

 

Metingarstøðið, sum dómsnevndin bygdi á, er, eins og undanfarin ár, søga, tøknilig avrik og hvussu filmisk frásøgusnildi eru brúkt. 

 

 

Vinnarafilmurin í kvøld var ein framúrskarandi leikstjórnaður og eins framúr væl spældur filmur, sum dómsnevndin hevur hesa grundgeving, at peika á, sum Geytavinnari og virðislønarmóttakari í ár.

Vinnarafilmurin er ein nærverandi og vøkur frásøgn, har søgan er í tí sagda eins og tí ósagda. Elegant eydnast filminum at rógva uttanum klichéirnar. Filmurin er so væl leiktur, at dómsnevndarlimirnir eru sannførdir um, at hetta er eitt tað mest sannførðandi sjónleikaraavrik í einum føroyskum filmi í nýggjari tíð. 

Tematisk er søgan kompleks, har tónleikur, sjónleikur og myndir spæla væl saman. 

Hóast kenslurnar í leitanini burturúr einseminum verða óforloystar, er filmurin væl forloystur. 

Heilstoypta søgan er autentisk og lokal, men kortini leys av tíð og stað, sum ger søguna universella. 

Filmurin er sansaligur, við vakrastu intimscenu í filmaðari føroyskari søgu higartil.

Filmurin, søgan og myndamálið halda í hesum væl loysta filmi um óloystar kenslur - tann mest nuanceraða søgan um eitt ”one night stand

 

 

Maria Winther Olsen var ikki sjálv hjástødd í Norðurlandahúsinum í kvøld , so Durita Dahl Andreassen og Rógvi Per Rasmussen tóku ímóti Geytanum hennara vegna.

 

 

Áskoðaravirðislønina vann Julia í Kálvalíð fyri filmin “Faðir mín Faðir” 

 

 

Rúni Friis Kjær bleiv heiraður fyri sítt íkast til føroyska filmsvinnu tey seinastu 20 árini og fyri tað handaði Ole Wick honum "Andøvsfiskin" vegna Filmsgelagið.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342