Leiðsluspurningurin verður endurskoðaður

Leiðsluspurningurin verður endurskoðaður
Stjóri skal setast fyri alt sjúkrahúsverkið á nýggjárinum, og tilgongdin at seta stjóran heldur fram, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum
 
02.06.2017 - 10:28

Í seinasta lagi 1. januar 2018 skal ein ovasti leiðari setast fyri alt sjúkrahúsverkið í Føroyum. Ovasti stjórin skal saman við lokalbundnu leiðslunum mynda framtíðar leiðsluna í sjúkrahúsverkinum.

Tann ætlanin heldur fram, hóast Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum, er settur sum stjóri í Kringvarpinum, og tekur við starvinum 1. september.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum.

Sambært Johnny í Grótinum sjálvum, so var semja um, at hann skuldi vera ovasti leiðarin, sum síðani skuldi mynda leiðsluna saman við Hera Ellingsgaard, stjóra á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og Ronnie Midjord, stjóra á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Semja var í eygsjón

Ætlanin at semjast um nýggju leiðsluna var komin so mikið langt, at ein semja var í eygsjón fyri summarfrítíðina.

- Nú má so alt arbeiðið endurskoðast, og enn hava vit ikki havt stundir at tosa um viðurskiftini, sigur Sirið Stenberg. Tað verður gjørt eftir hvítusunnu.

Tí vil hon ikki gera almennar viðmerkingar til støðuna í løtuni.

Men greitt er, at ein nýggjur stjóri skal setast á Landssjúkrahusinum. Um hann samstundis verður forstjóri fyri alt sjúkrahúsverkið, ella um ein annar skal setast sum forstjóri, ber ikki til at siga nakað um enn, sigur landsstýriskvinnan.

Í fjør handaðu fleiri serfrøðingar eina menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið, og hana hevði løgtingið aðalorðaskifti um í vár.

Eitt av tilmælunum var at skipa sjúkrahúsverkið sum eina organisatión við einum stjóra. Men tað skulu framvegis vera trý sjúkrahús, við hvør sínari leiðslu og hvør sínum útgreinaðum uppgávum.

Akutt-sjúkrahús

Landssjúkrahúsið verður akutt-sjúkrahús fyri alt landið. Allar bráðneyðugar skurðviðgerðir skulu sum útgangsstøði gerast á Landssjúkrahúsinum. Tað sama er galdandi fyri bráðneyðugar medisinskar viðgerðir, sum einans kunnu viðgerast á Landssjúkrahúsinum.

Gransking og útbúgving fara í høvuðsheitum fram á Landssjúkrahúsinum, men av tí at alt sjúkrahúsverkið verður ein organisatión, ber eisini til at skipa soleiðis fyri, at partar av útbúgvingini fara fram á hinum báðum smáu sjúkrahúsunum.

Klaksvíkar sjúkrahús verður framhaldandi lokalsjúkrahús fyri Norðoyggjar og partvíst Eysturoynna. Umframt verandi virksemi, skal sjúkrahúsið fremja fleiri smærri skurðviðgerðir, har sjúklingar verða útskrivaðir sama dag.  Umhugsað verður eisini at fáa framt fleiri kikaraviðgerðir í Klaksvík. Og harumframt skal setast á stovn miðstøð í endurvenjing í Klaksvík, í samstarvi við serfrøðingamiðstøð í Danmark.

Ætlanin er ikki at fremja broytingar í bráðneyðugu tilbúgvingini í Klaksvík. 

Suðuroyar sjúkrahús verður framhaldandi lokalsjúkrahús fyri Suðuroynna við einari styrktari akuttari tilbúgving. Umframt verandi virksemi skal sjúkrahúsið fremja fleiri smærri skurðviðgerðir, har sjúklingurin verður útskrivaður saman dag. Tann hjartarehabilitering, sum er á Suðuroyar sjúkrahúsi, skal styrkjast, og endurvenjingin verður víðkað.

Hesar ætlaninar halda fram, og miðað verður framvegis eftir, at felags leiðslan skal taka við 1. januar, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981