Sáttmálin undirskrivaður

Sáttmálin undirskrivaður
Sunda kommuna hevur nú skrivað undir sáttmálan at byggja skúla og ítróttarhøll við Streymin. Kostnaðurin verður beint oman fyri 60 milliónir
 
31.03.2017 - 06:26

Byggifyritøkan, smápartafelagið Jóan Petur Vang, átti lægsta tilboð, tá tilboðini herfyri vórðu latin upp. Fyritøkan bjóðar sær til at byggja nýggja skúlan og ítróttarhøllina fyri góðar 62,6 milliónir krónur.

SÍ EISINI Nú fóru tey undir byggingina

Arbeiðið byrjar um hálvan mai, og skal verða liðugt, tá skúlaárið byrjar á sumri í 2019. Seks tilboð komu at gera arbeiðið, og lægsta tilboðið var góðar 23 milliónir krónur bíligari enn tað dýrasta.

Eftir at hava kannað tilboðini nærri, tók Sunda kommuna av tilboðnum frá Jóan Peturi Vang, og seinnapartin í gjár varð sáttmáli undirskrivaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV