- Tíðindi, mentan og ítróttur
300 arbeiðs- og uppihaldsloyvi um árið
Talið av útlendingum, sum ikki hava fingið loyvi at sleppa inn til Føroya, er minkað munandi. Inger Støjberg, sum er ráðharri í útlendingamálum og integrasjón, hevur svarað fyrispurningi hjá Magna Arge, sum er fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi.
Orsøkin til, at tað nú eru fleiri umsóknir, sum verða játtaðar, er, at arbeiðsloysið í Føroyum er farið niður um 3,5 prosent. Tað vil siga, at nú verða eingi krøv sett um, at ES-borgarar skulu verða faklærdir fyri at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.
Tá arbeiðsloysið hevur verið omanfyri 3,5 prosent í 90 dagar, verða tað aftur bara faklærd fólk, sum kunnu fáa loyvi. Í svarinum kemur eisini fram, at útlendingastýrið veit um tvey fólk, ið hava søkt um friðskjól í Føroyum. Eingin avgerð er tikin til tær umsóknirnar enn.