Kanning: Føroysk tíðindafólk útsett fyri ágangi

Kanning: Føroysk tíðindafólk útsett fyri ágangi
Meirilutin av føroysku journalistunum dámar sítt arbeiði, hóast fleiri teirra kenna seg hava verið fyri órætti og hóttanum
Gott og væl fimta hvørt tíðindafólk í Føroyum hevur beinleiðis verið hóttanum. Tað er niðurstøðan í nýggjari kanning, felagið Føroysk Miðlafólk hevur gjørt
 
08.03.2017 - 21:19

Tað er ein av niðurstøðunum í kanning, felagið Føroysk Miðlafólk hevur gjørt. Meiri enn triði hvør, ið starvast sum journalist í Føroyum, hevur kent seg illa viðfarnan ella at hava verið fyri ágangi í sambandi við starvið sum journalist.

125 av 187 føroyingum, sum antin hava journalistiska útbúgving ella javnan framleiða journalistiskt tilfar til føroysku miðlarnar, hava svarað spurnarkanningini, sum er ein roynd at lýsa føroyska miðlalandslagið.

Vanligt at tíðindafólk verða hótt

Gott og væl fimti hvør av teimum spurdu hevur beinleiðis verið hóttanum. Ein hóttan er í hesum føri millum annað harðskapur og forfylging, men tað er eisini hóttan, tá valdsmiklir persónar og sterkir myndugleikar hava ein hóttandi atburð.

Kanningin vísir eisini, at hóast starvið sum journalistur fyri tey flestu hevur sosialar avleiðingar, og onkur kenna seg og familjuna vera fyri órætti og hóttanum, so eru lutfalsliga fá av teimum spurdu, sum av álvara hugsa um at skifta starv.

Ein lítil helvt av spurdu journalistunum umhugar tað av og á, meðan meira enn helvtin hugsar als ikki um at skifta starv, og ein lítil fjórðingur sigur seg elska starvið sum journalist.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV