- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gevast at samstarva við indiskt barnaheim
Føroyski felagsskapurin, Gentur í India, er givin at lata einum gentubarnaheimi í India fíggjarligan stuðul, eftir at tað er komið fram, at peningur er brúktur til annað enn endamálið.
Dagligi leiðarin og roknskaparfólkið hava nýtt pening, sum tey ikki kunnu skjalprógva er brúktur til barnaheimið. Tað er ikki greitt, hvussu nógvur peningur talan er um.
Peningurin er ætlaður til skúlagongd, mat, lækna og útbúgving til genturnar. Meira enn 100 føroyingar hava fasta flyting til gentuheimið í India.
Fáa ein part av peninginum aftur
Dagligi leiðarin og roknskaparfólkið hava fingið sekkin, og nevndin fyri gentuheimið kannar nú, hvat er hent og hvar peningurin er farin.
Føroyingar, sum hava sent gentubarnaheiminum í India pengar, fáa nú nakað av peninginum aftur.
Sólvá Vang, sum er ein av stigtakarunum til innsavningina í Føroyum, sigur í stuttari viðmerking, at felagsskapurin gavst at flyta gentuheiminum pengar í fjør summar.
100 føroyingar latið pening
Peningurin, sum teir meira enn 100 føroyingarnir hava flutt gentubarnaheiminum, verður nú fluttur føroysku gevarunum aftur.
Í brævi til stuðularnar skrivar forkvinnan, at fyri felagsskapin hevur álit nógv at siga í slíkum arbeiði, og vit meta hetta verða eitt stórt álitisbrot. So stórt, at vit ikki kunnu halda fram við at stuðla heiminum.
Samstundis verður føroyski felagsskapurin eisini niðurlagdur. Sólvá Vang harmast støðuna, og hon vónar, at hetta ikki fer at ávirka álitið á onnur stuðulstiltøk. Hon vónar, at føroyingar halda fram við at stuðla vælgerandi felagsskapum.