- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lýggjasti veturin í meira enn 100 ár
Heldur tú, at lítil og eingin kavi hevur verið hendan veturin, so fert tú ikki heilt av leið. Í øllum førum ikki um hugt verður at veðurhagtølunum hjá DMI.
Tí hetta er lýggjasti vetur í Føroyum nakrantíð, síðani Danmarks Meteorologiske Institut fóru undir at gera mátingar í Føroyum fyri meiri enn 100 árum síðani.
Miðalhitin í Føroyum hevur hesar síðstu vetrarmánaðirnar verið 6,1 stig. Tað er eisini væl heitari enn í Danmark, har miðalhitin í vetur hevur verið 2,8 stig.
Serliga tveir mánaðir, ið skara framúr
Danska veðurstovan hevur gjørt veðurmátingar í Føroyum síðani 1873, men miðalhitin fyri einstøku mánaðirnar og fyri árstíðirnar eru bara roknað aftur til veturin 1890-91.
- Í vetur vóru tað desember og februar mánaðirni, ið settu met, sigur John Cappelen, veðurfrøðingur á Donsku veðurstovuni, DMI, í samrøðu við útvarpið.
Lýggj luft, sum er streymað inn yvir Føroyar av vestri og útsynningi, ger, at vit hava havt so lýggjan vetur. Vanliga merkir lýggj luft at vit fáa avfall. Men soleiðis var ikki í vetur.