- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fráfaringaravtala gjørd við stjóran
Stjórin á Søvnum er fríttstillaður úr starvinum frá týsdegnum. Hann fær stjóralønina til fyrsta juli. Eftir tað fer hann í starv á Fróðskaparsetrinum, har hann byrjar 1. august á Søgu- og samfelagsdeildini.
Tað vísir fráfaringaravtalan, Kringvarpið hevur fingið innlit í. Á Setrinum verður hann løntur eftir sáttmálanum millum Akademikarafelagið og Fíggjarmálaráðið, umframt at hann fær lektara/phd.-viðbót.
Avtala undirskrivað týsdagin
Lønin hjá stjóranum er 41.686 krónur um mánaðin, og viðbótin er 2.245 krónur. Tað vil siga, at hann fær til samans góðar 44.000 krónur um mánaðin. Avtalan varð undirskrivað týsdagin.
Tað eru Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, Andrass Mortensen, fráfarni stjóri á Søvnum landsins, og Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Setrinum, sum hava skrivað undir avtaluna.
Sambært avtaluni skal fráfarni stjórin í tíðarskeiðinum fram til fyrsta juli ráðgeva setta stjóranum á Søvnum landsins, tá hann verður biðin um tað. Annars skal hann taka sær av verkætlanini við Føroyingahavnini í Grønlandi.